Fleiri av teimum, sum komandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur tilnevnt til týðandi embæti í nýggju stjórn hansara, hava fingið bumbuhóttanir sendandi seinastu dagarnar. Tað upplýsir eitt talsfólk fyri Donald Trump fyri Reuters.
- Løgreglan hevur borið skjótt at, og tryggja sær prógvini, sigur talsfólkið.
Eitt talsfólk fyri samveldisløgregluna, FBI, sigur, at hóttanirnar verða tiknar í størsta álvara.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo