BirkBlogg: Á áttanda sinni vórðu føroysku filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. februar.
Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu Geytan fyri eksistentiella barnafilmin Hví eru vit her? og Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi, sum hevur spælandi undirheitið ein Skerpiwestern.
Á myndini omanfyri síggjast Búi og Gudmundur. Dánjal var burturstaddur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo