Búskapur & Vinna: Tveir serfrøðingar vitja sendingina Búskapur & Vinna í kvøld, har tey fara at viðgera BTÚ í føstum prísum og vandan fyri bankakreppu. Sendingin verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum klokkan 20 í kvøld.
Eitt sindur sermerkt er tað, at teir báðir serfrøðingarnar í sendingini í kvøld eru systkin. Serfrøðingarnir eru Birita Mortansdóttir og Hjalti Mohr Jacobsen. Tey eru serfrøðingar á hvør sínum øki, har Birita er hagfrøðingur á Hagstovu Føroya, meðan Hjalti er íløguleiðari í BankNordik.
“At gestirnir hesaferð eru systkin er rein tilvild” sigur Johnny í Grótinum, vertur. “Eg bað stjóran á Hagstovu Føroya vísa mær á teirra serfrøðing innan tjóðarroknskap, nú Hagstovan endiliga er komin BTÚ í føstum prísum. Tað vísti seg at vera Birita Mortansdóttir, sum so er systir Hjalta, ið eg longu hevði eina avtalu við.”
Birita er útbúgvin cand.polit í tjóðbúskaparfrøði frá Københavns Universitet, meðan Hjalti er cand.merc. í virkisbúskaparfrøði frá Copenhagen Business School.
##med2##
Brot úr samrøðugrein í dagblaðnum Børsen, sum verður umrødd í sendingini Búskapur & Vinna í kvøld. Jesper Rangvid, professari á CBS, var limur í føroyska Váðaráðnum inntil í fjør
“Vit hava lært av stóru fíggjarkreppuni”
Fleiri bankar fóru av knóranum í mars, sum skapti órógv á altjóða børsmarknaðunum. Bankaserfrøðingurin Jesper Rangvid frá CBS vísir tó á, at gongdin vísir, at vit hava lært av stóru fíggjarkreppuni. Hvussu tá? Millum annað tann spurningin fer Johnny í Grótinum, vertur, at umrøða við Hjalta Mohr Jacobsen, íløguleiðara í BankNordik.
Eisini fer Hjalti við støði í feskari búskaparligari greining frá norðurlendskum stórbanka at lýsa búskaparligu útlitini. Forsøgnirnar bera boð um, at vøksturin í amerikanska búskapinum lækkar munandi í ár í mun til í fjør, men verulig búskaparkreppa hóttir ikki. Inflasjónin er lækkandi og væntast at blíva undir 3 prosent í 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo