- Fullkomið fakligt kollaps hjá Barbaru Holm og Sosialinum, svik móti offrum og styrkur til seriellan og pedofilan brotsmann.
- Her kundu offrini á forsíðuni og fimm heilsíðum inni í blaðnum síggja journalistin, politistin og advokatin í slíkum samanhangi, at pedofili brotsmaðurin bleiv hálovaður sum eitt skilafólk, og tey, sum “slatraðu” sum beist.
- Hann, sum í dag loksins bleiv dømdur trý ára fongsul í Føroya rætti.
- Hetta man vera mest tragiska fakliga kollapsið í journalistisku søgu Føroya, og Sosialurin eigur at leggja seg skerflatan, skrivar Brynhild Thomsen, journalistur í viðmerking á sínum Facebook profili í sambandi við at ein maður var dømdur trý ára fongsul í dag.
- Føroya rættur dømdi fyrrapartin Kim Anders Olai Nielsen trý ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd móti trimum dreingjum í hálvt triðja ár frá 2017 til desember 2019, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo