Íslendingar og føroyingar hava í øldir verið væl og kent seg hava nógv felags mál at samskifta og vinna um og við.
Vit kalla hvønn annan vinar- og brøðratjóðir, men mugu samskifta á bretskum – Tað er løgið. Tosar ein íslendingur ræðið og sakta, so skilja nógvir/flestu føroyingar – Mikið meira fyrr, tí tá var samskiftið og samvinnan við Ísland so mikið størri.
Eg nevndi einaferð við ein íslending, at vit eru brøðratjóð. Nei, segði íslendingurin, vit eru eitt og sama fólk!
Men at forsetin í Norðurlandaráðnum samskiftir á bretskum í norðurlendskum høpi, eigur ikki at koma uppá tal. Hon kundi í minsta lagi tosað norðurlendskt. Um ikki norskt ella svenskt við fullum seglum, so blandað norðurlendskt, sum ofta verður nýtt í norðurlendskum samskiftishøpi.
Bara ikki brekst! Tað er at distansera seg ella at skapa eina óneyðuga frástøðu! Bryndís Haraldsdóttir, sum er íðin og skilagóð í politikki - hevur sitið á Altingi OG er forseti í Norðurlandaráðnum, átti at verið savnandi, sum hon er í orðum, tí hon m.a. metir, at Føroyar eiga at gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum. Men hetta skuldi veriðið gjørt og sagt á norðurlendskum í minsta lagi.
Norðurlendingar eiga og skulu samskifta á norðurlenskum máli - ikki bretskum. Veit væl at tað er ein minniluti í Finnlandi, sum tosar norðurlendskt. Men í umtalaða førinum: norðurlendskt.
Tað er frálíkt og skilagott at duga brekst, sum kann brúkast til eina rúgvu – eitt heimsmál! Men í hesum føri: ”At skjóta skurvar við kanónum”! Ikki hóskandi ella savnandi!
Málið hevur nógv við samleikan at gera. Tí er tað klárt og einasta rætta, at tá ið vit samskifta við ein norðurlending um norðurlendsk viðurskifti, so tosa vit á norðurlendskum! Serliga ein forseti í Norðurlandaráðnum í hesum føri!
Góða eydnu við at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum!
Vinaliga
Dávur Winther
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo