Badmintonsambandið: Í vikuskiftinum skipar landsliðsvenjaratoymið Sune Gavnholdt og Wong Fai Yin fyri venjingum fyri landsliðshópinum og ungdómslandsliðnum.
Umframt venjarar hava tríggir dugnaligir danskir leikarar eisini luttikið í venjingini, sum í dag bleiv fyriskipa í ítóttarhøllini í Vestmanna, har badmintonfelag nýliga er fari undir virksemi.
Fríggjakvøldið bleiv vant á Giljanesi og í morgin verður venjingin í Badmintonhøllini í Havn, har tað eisini verður skipað fyri venjingardysti klokkan 14:00.
Øll eru vælkomin at hyggja!
“Nú verður av álvara fari undir at venja fram ímóti Oyggjarleikunum á Guernsey komandi summar,” sigur Johnny í Grótinum, formaður í Badmintonsambandinum.
“Tí er tað eisini eggjandi at síggja ágrýtni og framburðin hjá okkara leikarum, ungum sum royndum.”
Sí myndir: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo