Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt línuskip er á Íslandsrtygginum og eitt av teimum smærru er eystanfyri. Annað, kanska bæði, landa í vikuni. Skipini fá mest av toski, hýsu og so nakað av longu, svartkalva og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, tvey eru á Íslandsrygginum, trý eru á landgrunninum og so eru tvey við Grønland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vænta nakað av útróðri. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.

Tveir ísfiskatrolarar fiska svartkalva, ein fiskar kongafisk og so er Jákup Sverri á Føroya Banka. Vit rokna við at allir landa í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.

Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað í næstum.

Ein trolbátur er á landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Allir landa í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo