Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskarí. Tey fiska mest av hýsu og blálongu og so nakað av toski. Bæði landa helst í vikuni. Restin liggur við bryggju, men helst fer onkur avstað í næstum. Fimm frystilínuskip fiska við Føroyar, tvey við Ísland og tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.

Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Veðrið verður hampuligt fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni, so tí vænta vit nakað av útróðri fyrst í vikuni, men minni seinni í vikuni. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er smáligt.

Bara ein djúpvatnstrolari er úti. Hann fiskar svartkalva og annan djúpvatnsfisk og kemur at landa í vikuni. Hinir djúpvatnstrolarirnir fara væntandi avstað tá veðrið batnar.

Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Væntandi fer okkurt parið avstað, tá veðrið batnar.

Allir trolbátarnir liggja, men um veðrið loyvur tí, so fer helst onkur avstað í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo