Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Eitt ísfiskalínuskip er norðanfyri, meðan hitt liggur við bryggju.  Trý frystilínuskip eru við Føroyar, tvey eru á Íslandsrygginum og trý við Ísland. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva. Tvey liggja við bryggju.

Streymurin er harður, men batnar sum vikan gongur. Veðrið verður brúkiligt fyrst í vikuni, men verri seinni í vikuni. So vit vænta nakað av útróðri fyrst í vikuni, men lítið seinni í vikuni. Nakrir bátar eru á Føroya Banka. Bátarnar fáa ein blanding av hýsu og toski.

Ein ísfiskatrolari fiskar blálongu. Hann landar helst síðst í vikuni. So er ein ísfiskatrolari farin í bretskan sjógv at fiska svartkalva. Hann landar í vikuni. Ein frystitrolari er við Eysturgrønland og ein er við Føroyar. Teir fiska svartkalva.

Øll pørini eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er misjavnt. Tvey pør fiska gulllaks.  

Tveir trolbátar eru á landleiðini og fiska mest av flatfiski og so nakað av toski. Tríggir eru norðanfyri og fiska mest av hýsu og toski og so nakað av flatfiski. Allir landa í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Brúkiligt fiskarí eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku.  Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo