Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Møguliga fer annað út í vikuni.  Fimm frystilínuskip eru við Føroyar, eitt er á Íslandsrygginum, tvey eru við Grønland og so er eitt á Flemish Kap. Skipini fáa ein blanding av toski, longu og brosmu og so nakað av svartkalva.  

Streymurin er brúkiligur. Veðurvánirnar eru brúkiligar, serliga fyrst í vikuni, so vit vænta nakað av útróði.

Tveir ísfiskatrolarar fiska tosk á Íslandsrygginum. Báðir koma at landa í vikuni. Tveir frystitrolarar fiska svartkalva við Føroyar.

Fýra pør eru til fiskarí. Tey fiska mest upsa og so nakað av hvítum fiski. Fiskaríið er smáligt. Væntandi landa øll í vikuni. Trý pør liggja við bryggju, men helst fer okkurt parið út í næstum.

Bara ein trolbátur er til fiskarí og kemur hann helst at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fiskar mest hýsu og tosk og so eitt sindur av flatfiski. Møguliga fer onkur út í vikuni.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskarí er brúkiligt.  Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo