Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Væntandi fer okkurt út í vikuni. Fimm frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Møguliga landar okkurt frystilínuskip í vikuni.  

Streymurin er hampuligur og veðrið verður gott fyrst í vikuni, men meira skiftandi seinni í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. Tað er mest hýsa bátarnir fáa og so er eisini nakað av toski. Tað eru fleiri, sum nú eru farnir at fiska við snellu.

Tveir djúpvatnstrolarar eru á Íslandsrygginum og so er ein á svartkalvaveiðu. Ein av Íslandsrygginum landar í vikuni, meðan tað er heldur ivasamt um hinir landa í vikuni. Ein frystitrolari er á svartkalvaveiðu.

Fýra pør eru til fiskarí, men vit rokna við at hini fara út skjótt. Fiskaríið er brúkiligt. Okkurt parið landar í vikuni.

Fýra eru á Skeivabanka, tveir á tí norðara tovinum og tveir á syðra. Teir á tí syðra tovinum fáa mest av hvítingi og so havtasku og annan fisk, meðan hinir báðir fáa stórt sæð bara havtasku. Teir á tí syðra tovinum landa mánadagin og hinir seinni í vikuni. So er ein norðanfyri og fiskar. Hann fær mest av toski og so nakað av hýsu og flatfiski. Hann landar eisini mánadagin.

Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Øll landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo