Hagstovan: Brúkaraprísirnir annan ársfjórðing vísa, at í miðal eru prísirnir øktir bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør. Samanborið við fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið økt 1,1 prosent, og í mun til sama ársfjórðing í fjør eru brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent.
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.
Í mun til árligu broytingina í umleið 3 ár innan korona rakti, hevur árliga broytingin í brúkaraprístalinum í Føroyum og aðrastaðni í Evropa hesa fyrstu tíðina við koronu ligið á lægri stigi, men seinastu tvær uppgerðirnnar vísa nú aftur lutfalsliga stóran samlaðan prísvøkstur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo