Eftirskúlin Brúgvin: Á eftirskúlanum Brúgvin í Skálavík, eru 15 næmingar í løtuni í holt við at menna og snikka saman eina leiksýning, ið ber heiti, ”Meining”
Hetta er heitið á eini leiksýning, sum í løtuni verður snikkað saman av 11 næmingum á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík og 4 næmingum frá Skovbo efterkole í Danmark. Á báðum skúlum hava tey arbeitt við evnininum Meining og hava tey skrivað ráðar tekstir. Úrslitið er ein leiksýning, sum verður víst eina ferð í Føroyum og eina ferð í Danmark.
Hvat skal eg hava eina meining um? Hvat gevur meining? Hvussu kann eg finna meining í dagliga meldrinum av krøvum, fartelefonum og sveimam á sosialu miðlunum? Hetta eru nakrir av spurningunum, sum tey arbeiða við.
Sýningin verður gjørd frá grundini og verður sermerkt av autentiskum ungdóms málburði.
Sýningin verður í Hátúni á Tórshavnar Musikkskúla, leygarkvøldið 11. nov. kl.19:00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo