![Erika 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/9/csm_Erika_01_b2ec46adef.jpg)
![Erika 01](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/9/csm_Erika_01_b2ec46adef.jpg)
Brúgvin - eftirskúlin í Skálvík: Erika Niclasen úr Klaksvík er sett í starv sum leiðari á eftirskúlanum Brúnni.
Erika er professiónsbachelor sum sosialráðgevi og hevur nógvar royndir við ungdómsarbeiði bæði í Føroyum og í Danmark.
Í starvi sínum hjá Apostolsk Kirke við starvsstaði á Fredriksberg hevur hon verið knýtt at tveimum eftirskúlum hjá netverkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo