Tórshavnar kommuna: Tað kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn yrkadagar. Tí verða broytingar nú gjørdar á parkeringsøkinum undir Svínaryggi.
22 básar fara nú at hava tíðaravmarkaða parkering í 2 tímar frá klokkan 9 til klokkan 18.
Men 41 básar fara at hava somu tíðaravmerking, sum nú, tað eru 8 tímar, frá klokkan 9 til klokkan 18 yrkadagar. Sí kort.
Orsøkin til broytingina er, at tað eftir klokkan 9 yrkadagar kann vera torført at finna tøkar parkeringsbásar í Havn við longri tíðaravmarkingum. Við at broyta tíðaravmarkingina á nøkrum básum verður lættari hjá fólki, ið hava styttri ørindi í miðbýnum, at finna ein tøkan bás.
Uttanfyri miðbýin eru góðir møguleikar at seta bilin heilar dagar, og fara ókeypis við bussi seinasta teinin til arbeiðis ella til longri ørindi í býnum.
Broytingin verður eftirmett um tríggjar mánaðir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo