Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í fjør blivu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið spældar seint í november mánað. Myndin er frá dystinum millum HB og NSÍ, sum hittust í Klaksvík - Mynd: Álvur Haraldsen

FSF: Broytingar í ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins, korona og luttøka hjá føroysku liðunum í evropeiskum fótbólti eru millum annað orsøkin til, at Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur framt fleiri broytingar í leikskránni í Betri Deildini hjá monnum, umframt í kappingini um Løgmanssteypið.

Í kappingini um Løgmanssteypið er avgjørt, at fyrru hálvfinalurnar verða spældar 20. og 21. november, meðan seinni hálvfinalurnar verða á skránni 27. og 28. november. Finalan verður á Tórsvølli leygarkvøldið 4. desember.

Útsetti dysturin í fjórðingsfinaluni millum B71 og HB er settur at verða Inni í Dal á Sandi mikudagin 22. september.

Í landskappingini eru eisini fleiri flytingarnar av dystum farnar fram. Eftir ætlan skuldi HB og KÍ bresta saman ólavsøkudag, men orsaka av evropeiskari luttøku hjá HB, verður hesin dystur í staðin spældur mikudagin 20. oktober.

Seinasta og næstseinasta umfar í Betri Deildini hjá monnum verða spæld leygardagin 30. og sunnudagin 24. oktober.

Øll leikskráin í Betri Deildini hjá monnum sæst H E R

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo