Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur sent uppskot um broytingar í kunngerðunum um norðhavssild, svartkjaft og makrel til ummælis.

Fyri makrel og norðhavssild snúgva broytingarnar seg fyrst og fremst um at dagføra endaligu kvoturnar fyri 2023.

Í makrelkunngerðini er eisini ein broyting, at góð 54.000 tons av ófiskaðari makrelkvotu í 2022 verða flutt til at vera fiskað í ár.

Flutta nøgdin verður latin skipum sum felagskvota við hámarki. Hámarkið fyri hvørt skipið er 4.500 tons.

Øll, sum hava makrelrættindi í 2023, kunnu fáa loyvi at fiska av felagskvotuni treytað av, at allar eginkvotur av makreli, tillutaðar sambært kunngerðini í 2023, eru fiskaðar.

Harafturat eru reglurnar, sum loyva skipum at flyta upp til 10% av norðhavssild, svartkjafti ella makreli millum ár, dagførdar.

Uppskotini eru til ummælis fram til 9. juni 2023 og møguligar viðmerkingar skulu sendast til fisk(at)fisk.fo í seinasta lagi 9. juni 2023, kl. 12.00.

Uppskotini liggja her á síðuni undir "Uppskot til ummælis".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo