Tórshavnar kommuna: Fríggjadagin 27. desember verða gjørdar nakrar broytingar í ferðaætlanini hjá Bussleiðini.
Fyri Leið 3 er talan um eina broyting, sum hevur við sær, at nú verður eisini koyrt niðan til á Hjalla klokkan 12.17.
Fyri Leið 5 er talan um fleiri neyðugar umleggingar, tí leiðin hevur avbjóðingar við at halda tíðarætlanina.
Broytingarnar eru hesar:
-
Leið 5 gevst at koyra Undir Borgarhálsi til frískúlan klokkan 7.52 og 15.33
-
Leið 5 gevst at koyra úr Kirkjubø til Norðasta Horn klokkan 9.15
-
Leið 5 framskundar túrin úr Kirkjubø klokkan 10.16 til 9.46
-
Leið 5 gevst at koyra úr Kalbaksbotni til Kalbak klokkan 16.28
Dagførd ferðaætlan verður løgd á www.torshavn.fo seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo