Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Samtyktu broytingarnar hava stóran týdning fyri føroysk pør og einstaklingar, sum ynskja at gerast foreldur gjøgnum ættleiðing.

Lógin tryggjar heimildargrundarlag fyri innanlands fremmandaættleiðing, soleiðis at góðkend føroysk ættleiðingarforeldur nú kunnu ættleiða børn, sum eru leysgivin til ættleiðingar í Danmark.

Somuleiðis er lógin við til at tryggja, at altjóða fremmandaættleiðing aftur verður ein møguleiki í Føroyum.

Føroyar samstarva í løtuni við Danmark um ættleiðing. Avgerðin hjá donsku stjórnini um fyribils at steðga allari altjóða ættleiðing fevnir tí eisini um Føroyar. Í løtuni ber tí ikki til at ættleiða børn úr fremmandum londum til Føroyar.

Við lógini verður nú tryggjað, at Føroya Landsstýri kann gera samstarvsavtalu við Norðurlond um ættleiðing, um hetta verður neyðugt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo