Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið: Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lýst kunngerð, sum broytir reglurnar um fiskiskap eftir hummara norðan fyri Streymin og í Hvannasundi soleiðis, at nú er bert loyvt at fiska hummara til húsbrúks, um tú hevur hummaraloyvi.

Eftir kunngerðini, sum kom í 2022, er avmarkað hummaraveiða til húsbrúks loyvd á ávísum hummaraøkjum, eisini við bátum, sum ikki hava vinnuligt hummaraloyvi ella annað fiskiloyvi.

Økini vóru í fyrstu atløgu sett eftir, um vinnulig veiða hevði verið har undanfarnu árini. Um hetta seinni broyttist, skuldi regluverkið endurskoðast.

Broytingin, sum nú er lýst, ber í sær, at leiðirnar norðan fyri Streymin og í Hvannasundi eisini koma á listan yvir hummaraøki, har bara bátar, sum hava vinnuligt hummaraloyvi, hava loyvi at royna.

Frammanundan var henda regla galdandi fyri hummaraøkini sunnan fyri Streymin í Sundalagnum, á Kollafirði, á Skálafirði, á Kaldbaksfirði, á Tangafirði og á Funningsfirði.

Endamálið við broytingini, sum nú er lýst, er at stuðla undir skipaðan og burðardyggan fiskiskap eftir hummara.

Kunngerðin um broyting í kunngerð um fiskiskap eftir hummara til húsbrúks kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo