Tórshavnar kommuna: Tórshavnar býráð samtykti á fundi 14. desember 2023 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 5 fyri økið millum Áarvegin, Húsabrúgv og Bringsnagøtu, Tórshavn.
Endamálið við uppskotinum er at varðveita dámin í økinum, ið ynskið er um at varðveita.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um broyting av serstøku byggisamtykt nr. 5, sæst á hesi síðuni og í Snarskivuni frá 18. desember 2023 til 4. februar 2024.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn(at)torshavn.fo í seinasta lagi 4. februar 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo