Nevndin í Kvinnufelagnum: Á altjóða kvinnudegnum, sum verður sunnudagin 8. mars, fer Kvinnufelagið í Havn at skipa fyri ókeypis bronsj og heiðra nøkrum kvinnum, sum hava gjørt nakað serstakt.
Hetta verður gjørt við at tilnevna eina kvinnu til heiðurslim í Kvinnufelagnum.
Harumframt verður ein heiðursløn – nevnd Metta – latin fyri eitt serstakt avrik.
Nøvnini verða avdúka í sambandi við bronsjin.
Astrid Andreasen, listakvinna, fer at greiða frá veggjaprýðinum í Mettustovu, sum hon gjørdi í sambandi við, at kvinnur úr Føroyum fóru til Oslo á ráðstevnu við Smyrli í 1988.
Annika Malunardóttir og Sunnvá Midjord Mikkelsen fara at framføra tónleik.
Breyði verður frá nýstovnaða og vælumtókta Breyðvirkinum, sum ungu kvinnurnar Fríða og Randi hava stovnað.
Kl. 14.30 fer ókeypis bussur úr Havn til Fuglafjarðar í sambandi við 8. mars-haldið har. Bussurin fer aftur til Havnar, tá tiltakið er liðugt.
Øll eru hjartaliga vælkomin til bronsj í Mettustovu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo