Sunnudagin, 24. juni kl. 16.00 verður konsert í Christianskirkjuni við "Brokkkórinn" úr Íslandi.
Hetta er eitt kór við 40 íslendskum reiðfólkum ið fara at syngja 17 sangir.
Tey hava mangt og hvat á skránni. Tey syngja alt frá sálmun til Coldplay.
Hetta er fyrsta ferðin til Føroya hjá kórinum. Kórleiðari er Magnús Kjartansson.
Fríggjadagin, tvs. í morgin, kl 15.30 er kórið at hoyra á Trappuni í Vágsbotni í Havn í samband við at dysturin hjá Íslandi verður vístur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo