Fyrrverandi poppdrotningin Britney Spears hevur sett nýtt met í umsetninginum í Las Vegas.
Tann 35 ára gamla songkvinnan hevur fingið 103 milliónir dollarar fyri søluna av atgongumerkjum.
Síaðni 2014 hevur Britney Spears staðið á pallinum 197 ferðir og selt tilsamans yvir 700.000 atgongumerki Las Vegas-showið «Britney: Piece Of Me».
Við fyltum sali tríggjar ferðir um vikuna á Planet Hollywood Resort & Casino er fyrrverandi tannáringsidolið vorðið mestseljandi sangarin eftir at hon valdi at gera sum aðrir kendir sangarar sum til dømis Celine Dion og Shania Twain, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo