Sjóverjuskipini, Brimil og Hvidbjørnen, hava boðað frá at tey verða við ársins Sjómannadegi. Skipini luttaka í vatnkrígnum fríggjakvøldið 18. august og leygardagin 19. august bjóðað skipini almenninginum umborð at vitjað.
Eins og undanfarin ár hevur Klaksvíkar Sløkkilið sett øllum bjargingarbátum og sløkkiliðum stevnu í Klaksvík til stjóra vatnkríggið, sum verður eftir fiskikappingina.
Brimil fer sum vanligt at brúka stóru vatnkanónirnar og Hvidbjørnen sendir tveir gummibátar við vatnkanónum í kríggj.
Leygardagin verða skipini sýnd fram fyri almenninginum.
BROT ÚR SKRÁNNI
FRÍGGJADAGIN 18. AUGUST
18.00
Fiskikapping á Kósabrúnni.
Stór fiskikapping á Kósabrúnni fyri bæði gentur og dreingir.
Børnini skulu sjálvi hava tráðu við. Agn verður útflýggja á bryggjuni.
Silvi vitjar og børn og vaksin fáa kakao, sunnkist og góðgæti.
Vinnararnir av sjálvari fiskikappingini verða heiðraðir á stórapalli á Sjómannadegnum leygardagin 20. august.
19.00
Stórt Vatnkríggj millum bátar og skip
Skip og bátar leggja at Kósabryggjuni og taka fólk umborð og síðani verður kríggjast millum bátarnar á Vánni. Sløkkilið og bjargingarfeløg úr øllum landinum luttaka í vatnkrígginum.
ØLL SKULLU VERA Í BJARGINGARVESTI.
Kaptain Gardar Vatnkríggj
Á vestursíðuni frammanfyri Northern Fish Cold Storage, skipar Kaptain Gardar fyri vatnkríggj fyri smærri børn og teimum, sum ikki ynskja at verða umborð á bátunum.
Kaptain Gardar og aðrir sjórænarar verja seg móti børnum við vatn kanón o.ø..
Tilmelding til fiskikapping og vatnkríggj, er í deildunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík. Seinasta freist at melda til er fríggjadagin 19. august kl. 15:00.
Tey sum melda til í Norðoya Sparikassa í Klaksvík, fáa eina vatnkanón. Avmarkað nøgd.
Øll - bæði børn og vaksin, sum luttaka í vatnkrígnum, kunnu roknað við at gerast dýggj vát og tí er umráðandi, at hava heit klæði við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo