Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Símun Lassaberg (uttan til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin Arne Mikkelsen situr yvir av honum

Símun Lassaberg (uttan til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin Arne Mikkelsen situr yvir av honum

Símun Lassaberg (uttan til høgru) loypti hvønn á við sínum meldi. Makkarin Arne Mikkelsen situr yvir av honum

Bridgesambandið: Ja, tað ber til í bridge at loypa hvøkk á hinar spælararnar og á serfrøðingarnar.

Í EM í bridge verður tað gjørt við einum meldi, sum eingin annar meldar og sum er tað allar besta, sum kann meldast.

Júst hetta gjørdi Sìmun Lassaberg í dysti móti Fraklandi í EM-kappingini í Herning.

Í bridge ræður um at melda, hvussu nógv stikk man ætlar sær og so taka tey. Símun Lassaberg hugdi eftir sínum trettan kortum og longu í øðrum meldi dugdi Símun - sum tann einasti - at lesa kortini so væl, at hann meldaði, at hann skuldi hava øll trettan stikkini við kleyvara sum trumfi.

Fyri bridgespælarar er hetta sera óvanlig støða: longu eftir tvey meld at krevja øll trettan stikkini og eisini fáa tey.

Serfrøðingarnir, sum skrivaðu um bridge fingu ein hvøkk og funnu stóru orðini fram:

”Hetta spælið sum Lassaberg meldaði minnir meg um framúrskarandi filmstónleikin hjá Elmer Bernstein til hin kenda ”westernfilmin”, serliga overtúruna, sum reisir seg dramatiskt til eitt klimaks”, skrivaði blaðstjórin á bridgeblaðnum á staðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo