Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Bridgesamband: Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini í bridge vóru leiktar í Norðurlandahúsinum leygardagin 18. mars 2023.

Tey 4 liðini, ið høvdu spælt seg á hálvfinalurnar vóru hesi:

Dánjal Pauli Mohr: (Dánjal Pauli Mohr, Árni M. Dam, Bogi Simonsen, Arne Mikkelsen)

Jóannes Mouritsen: (Jóannes Mouritsen, Per Kallsberg, Bjarki Ellefsen, Rúni Mouritsen, Egil Sondum)

Henriette Svenstrup: (Henriette Svenstrup, Jórun Johannesen, Marjun Restorff, Oddmar Danielsen)

Pól Egholm: (Pól Egholm, Símun Lassaberg, Heðin Mouritsen, Magni Jøkladal, Rói á Rógvu Joensen)

Lutakastið háttaði seg soleiðis, at í aðrari hálvfinaluni møttust liðini hjá Dánjal Paula Mohr og Jóannes Mouritsen, meðan liðini hjá Henriette Svenstrup og Pól Egholm hittust í hinari hálvfinaluni.

Tá farið var til hálvleiks í hálvfinalunum hevði liðið hjá Dánjal Paula Mohr vunnið sær eina lítla leiðslu móti liðnum hjá Jóannes Mouritsen, meðan tað stóð á jøvnum millum liðini hjá Henriette Svenstrup og Pól Egholm.

Í seinna hálvleiki vendist dystargongdin. Liðið hjá Jóannes Mouritsen megnaði við einum væl spældum øðrum hálvleiki at vinna ein tepran sigur á liðnum hjá Dánjal Paula Mohr, meðan liðið hjá Pól Egholm vann annan hálvleik greitt á liðnum hjá Henriette Svenstrup. Harvið tryggjaðu liðini hjá Jóannes Mouritsen og Pól Egholm sær finaluplássini.

Eftir loknar hálvfinalur varð klárt at fara undir sjálva steypafinaluna. Í finaluni hittust sum nevnt liðini hjá Jóannes Mouritsen og Pól Egholm. Í fyrra hálvleiki megnaði liðið hjá Pól Egholm at vinna sær eina trygga leiðslu, og tá farið var til hálvleiks var leiðslan 53 imp. Í seinna hálvleiki varð økt um leiðsluna við 10 impum, og vann liðið hjá Pól Egholm sostatt ein tryggan og uppibornan finalusigur.

Hálvfinalurnar og finalan í steypakappingini vóru leiktar í sera góðum umstøðum í “Norðurstovu” í Norðurlandahúsinum.

Føroya Bridgesamband takkar hjartaliga Norðurlandahúsinum fyri góða samstarvið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo