Bridgesambandið: Leygardagin 25. novembur 2023 vóru trý tey seinastu umførini í grundspælinum í føroyameistarakappingini fyri lið leikt í Bridgehúsinum í Gundadali.
Úrslitini frá teimum trimum umførunum, sum leikt vórðu hetta vikuskiftið vóru hesi:
##med2##
Endaliga støðan eftir tey 9 umførini í grundspælinum gjørdist hendan:
Jóannes Mouritsen 165,44 stig
Byggitilfar 144,10 stig
Dia og Kúllarnir 126,90 stig
Rinkuhúsini 108,20 stig
Henriette Svenstrup 86,08 stig
Rútar 7 76,60 stig
Snekkjurnar 63,34 stig
Hallur Ellingsgaard 56,24 stig
Jassarnir 48,71 stig
Blandað Bomm 24,39 stig
Farið verður nú undir endaspælið, og greitt er at A-bólkurin og B-bólkurin vera mannaðir við hesum liðum:
A-bólkurin: Jóannes Mouritsen, Byggitilfar, Dia og Kúllarnir, Rinkuhúsini.
B-bólkurin: Henriette Svenstrup, Rútar 7, Snekkjurnar, Hallur Ellingsgaard, Jassarnir og Blandaði Bomm.
Liðini fáa sum kunnugt ¼ av teimum stigum, ið hesi hava fingið í innanhýsis dystunum móti liðunum, sum koma í sama bólk, við sær til endaspælið. Byrjunarstøðan í endaspælinum er sostatt hendan:
A-bólkurin:
Jóannes Mouritsen 13,89 stig
Byggitilfar 9,66 stig
Dia og Kúllarnir 3,93 stig
Rinkuhúsini 2,52 stig
B-bólkurin:
Henriette Svenstrup 18,78 stig
Rútar 7 16,05 stig
Snekkjurnar 12,21 stig
Hallur Ellingsgaard 11,95 stig
Jassarnir 10,97 stig
Blandað Bomm 5,04 stig
Í endaspælinum hittast liðini í A-bólkinum 2 ferðir í innanhýsis dystum á 32 spøl, meðan endaspælið í B-bólkinum verður avgreitt á tann hátt, at liðini hittast 2 ferðir í innanhýsis dystum á 16 spøl.
Vinnarin av A-bólkinum verður føroyameistari, meðan vinnarin av B-bólkinum gerst bólkavinnari.
Fyrstu umførini í endaspælinum í FM kappingini fyri lið verða leikt í Bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 20. januar 2024, og byrja verður sum vanligt kl. 12.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo