Breyð til heimin er ein vælkend útsøgn í kirkjuligum høpi. Í ár eru hundrað ár síðani Neyðhjálp Fólkakirkjunnar varð skipað í Danmark. Siðvenjan er væl kend innan kirkjugátt, at sunnudag í miðføstu gongur talvan til frama fyri “breyð til heimin”.
Fimm ár eftir fyrra heimsbardaga, mettu danir, at fólkið í Evropa framvegis hevði tørv á hjálp. Evropa var ikki komið á føtur eftir ræðuleikarnar frá krígnum.
Hetta vikuskiftið er Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark virkin í einum átaki fyri Ukreina og landsins íbúgvum. Átjan danskir hjálparfelagsskapir hava saman við TV 2 og DR I tikið stig til eina landsfevnandi innsavning, nú Russland fyri trimum vikum síðani gjørdi innrás í Ukreina.
Uppgávan hjá tí kristnu kirkjuni er at vera hjástødd í tíðini og hjálpa til eftir førimuni, har lívið hevur tað trupult. Tað er okkara sannføring, at trúgvin á Jesus Krist eigur at vera virkin í manngóðum verki í tí heimliga og burturi í londum. Trúgv og gerningar mega ganga hond í hond.
Ymiskt er, hvussu stóra áherðslu kristnin leggur á tænastuna og hjálpararbeiði. Øll eru tó sannførd um, at trúarinnar frukt eigur at vera virkin menniskjum til signingar og Guði til heiðurs og æru.
Eingin undanførsla, heldur ein staðfesting: Vit skulu sum kristin við lív og sál ganga upp í okkara kall, men tað er valla skilagott, at øll gera tað sama.
Vit skulu hugsa saman, virka saman og biðja saman. Vit skulu standa saman um tað góða og gagnliga. Vit skulu lyfta í felag, hóast vit meta avrik okkara veik og uttan stórvegis týdning.
Í Guðs ríkis arbeiði eru einans stórar tænastur. Einki arbeiði, ið verður gjørt í Jesu navni, er nyttuleyst. Tann, ið mettar tey svangu. Tann, ið leskar varrar teirra tystu. Tann, ið gongur særdum til handa.
Tað einstaka menniskja telur eins nógv og tann samlaða mongdin av menniskjum. Hópurin telur eins nógv og tann einstaki í rúgvuni.
Eitt brá av ævinleika hvílir yvir allari hjálp og tí at vera øðrum menniskjum til nyttuna. Mangan tosar kristnin um frelsu og glatan, at fáa náðir at koma inn í Guðs ríki ella koma á stongdar dyr. Tá er talan aloftast um syndir og mistøk, ið vit meta størri enn aðrar, hóast syndin valla kann bendast.
Vit skulu ikki seta okkum sjálv í fokus við at hjálpa øðrum. Men, neyðugt er at varpa upplýsandi ljós á hjálpina og møguleikarnar at hjálpa. Tað er andaligur vísdómur at vísa á gagnligar tænastur og fólk, ið eru okkum eitt fyridømi.
Sum einstaklingar hjálpa vit ikki øðrum við tí endamáli at fáa nakað afturfyri her í hesum heimi ella á dómadegi.
Hjálpin er ein góðgerð og ein innilig tøkk til Guðs. At hjálpa øðrum er eitt takkaroffur til Guðs fyri okkara egnu vælveru. Vit, sum fingu so ríkiligt av øllum.
Gudfrøðiliga nemur hjálpin evsta dag. Ein stutt andakt megnar ikki at greina øll øki og viðgera allar vinklar. Guði hóvar ikki, at vit einans hugsa um okkum sjálv og eru pírin at lata frá okkum. Guði hóvar eyðmjúk hjørtu og tænandi hendur.
“Tá munnu hini rættvísu svara honum og siga: “Harri, nær sóu vit teg svangan og góvu tær at eta, ella tystan og góvu tær at drekka? Nær sóu vit teg ókunnigan og hýstu tær, ella naknan og klæddu teg? Nær sóu vit teg sjúkan ella í fangahúsi og komu at finna teg?” Og kongurin skal svara og siga við tey: “Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.”” (Matteus 25,37-40).
Jú! At geva teimum svongu breyð og hava umsorgan fyri øðrum menniskjum er alneyðugt. Tað er okkara kall og plikt.
Við atliti at breyðinum hevur tann kristna kirkjan eitt týdningarmikið kall afturat. Tað kallið er at vísa til til son Guðs, frelsaran Jesus, ið nevndi seg sjálvan lívsins breyð.
Hóast undirritaði ikki er serkønur í søgu, búskapi ella krígsførslu, tykist spurningurin áhugaverdur: Gjørdi Russland innrás í Ukraina, tí teimum tørvaði mat ella aðrar neyðsynjarvørur?
Ella høvdu valdsharrarnir í Russlandi nóg mikið av mati til búkin men tørv á mati, ið føðir sálina við gleði, góðtokka og friði?
Breyð er alneyðugt! Afturat matinum til magan tørvar okkum andaliga føði til sálina, um vit skulu nema lívsins fyllu, innihald og gleði. Vit mega hava nakað at ganga útfrá, liva av og liva fyri.
Kann tað hugsast, at grammleiki, ov mikið av breyði og ov lítið av andaligum mati eru orsøkin til kríggið í Ukraina? Er vesturheimurin komin hagar í vitan og lærdómi, at vit gloyma at eta lívsins breyð? Amen.
Orðið: “Eg (Jesus) eri lívsins breyð. Fedrar tykkara ótu manna í oyðimørkini og doyðu. Hetta er breyðið, sum kemur niður av himni, at tey skulu eta tað og ikki doyggja.” (Jóhannes 6,48-50).
Jógvan Fríðriksson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo