Tann nú 34 ára gamla Lucy Letby varð í august í fjør dømd fyri at hava dripið fimm dreingjabørn og tvær smágentur á Countess of Chester sjúkrahúsinum har norðuri í Onglandi.
Hon er eisini dømd fyri drápsroynd á sjey onnur smábørn. Letby er longu dømd lívlanga fongsulsrevsing.
Í juni varð hon fyri aðru ferð rættarsøkt fyri morðroynd á eina aðra smágentu. Nú er hon dømd fyri hesa morðroyndina eisini á eitt bert tveir tímar gamalt gentubarn, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo