Gary Lineker, legenda í bretskum landsliðsfótbólti, hevur fingið rós fyri, at hann var sinniligur undir frásøguni, tá ið Danmark spældi móti Finnlandi í gjár.
Hann hevur síðani harmast, at BBC vísti livandi myndir av Christian Eriksen, tá ið hann fekk viðgerð á vøllinum, sum BBC fekk frá UEFA beinleiðis.
Gary Lineker skrivar á Twitter, at hann ongantíð fyrr hevur havt tað so trupult í sjónvarpsstovuni.
- Eftir at hava verið í 25 ár í hesum starvinum, so var henda sendingin tann torførasta, tann mest uppskakandi og rørandi, sum eg havi verið við til, skrivar hann.
In 25 years of doing this job, that was the most difficult, distressing and emotional broadcast I’ve ever been involved with. Thanks to @cesc4official @AlexScott @MicahRichards for your professionalism, warmth and empathy. Get well soon, Christian Eriksen.
— Gary Lineker (@GaryLineker) June 12, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo