Tann nýggja sponsoravtalan hjá Manchester United kemur væl við hjá felagnum, sum er hart rakt av alheimsfarsóttini.
Manchester United boðaði frá avtaluni í dag við Teamviewer, men nevndi einki um virðið.
Sambært fleiri miðlum, harímillum Financial Times og The Guardian, so hevur fimmára avtalan eitt virði á tilsamans 275 milliónir evrur, sum svarar til góðar 2 milliardir krónur í okkara peningi.
Teamviewer upplýsti samstundis at avtalan fór at gera eitt munandi høgg í marknaðarførings útreiðslurnar, og felagið hevur nú ikki somu vónir um ársúrslitið í ár.
Teamviewer-aksjan fall 12,4 prosent á børsinum í Frankfurt í dag, skrivar E24.no.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo