Stjórnin í Bretlandi fer at banna at myndugleikar í øðrum londum keypa bretsk bløð.
Fráboðaða bannið kann steðga at Abu Dhabi keypir Telegraph Media Group.
Sambært ráðharranum Stephen Parkinson hevur konservativa stjórnin avgjørt at leggja uppskot fram sum «forðar fyri at fremmandir statir eiga avísir,» skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo