Tórshavnar kommuna: Seinnapartin byrjaði endabresturin í sambandi við tiltakið “Nýskapan í ferðavinnuni”. Hugskotið og Visit Tórshavn hava síðani 2019 skipað fyri hesum átaki, sum seinastu árini hevur stimbrað menningina av nógvum nýggjum fyritøkum í ferðavinnuni.
Tað serliga hesaferð er, at skipað verður fyri átakinum saman við Visit Vágar, sum ynskir at menna ferðavinnuna í Vágum og Mykinesi.
Átakið er í tráð við okkara ferðavinnupolitikk, har vit staðfesta, at styrkin í ferðavinnuni er, at pláss er fyri bæði stórum og smáum, og at hesir vinnumøguleikar eru við til at skapa trivnað og inntøkur, eisini á smáplássum, har vit leggja dent á tað lokala og autentiska.
Tí hevur tað ómetaligan týdning, at kommunan heldur fram við at skapa karmar fyri at menna ferðavinnutilboðini, og at Hugskotið heldur á at veita ráðgeving og møguleika fyri innivist í einum stimbrandi íverksetaraumhvørvi.
Vit vita, at smáir íverksetarar kunnu kenna seg einsamallar og hava tørv á samstarvi og sparring við onnur.
Tí er einastandandi við einum tílíkum netverki millum smærru ferðavinnuaktørarnar, har teir kunnu fáa ráðgeving í at gerast sjónligari og harvið økja møguleikan at selja sínar vørur og upplivingar.
Verkætlanin “Nýskapan í ferðavinnuni” hevur verið í Hugskotinum og á Fiskastykkinum í Sandavági frá miðskeiðis í januar, t.v.s. at tey luttakandi hava havt sjey vikur at arbeiða miðvíst við sínum hugskotum og fyritøkum.
Tað er verulig ferð sett á menningina av verkætlanunum hetta tíðarskeiðið. Hetta er hent við góðari ráðgeving frá mentorum úr føroyska vinnulívinum og sparring við fremstu serfrøði innan ferðavinnu.
Luttakararnir hava harumframt havt høvi at luttaka á spennandi verkstovum við undirvísing, framløgum og netverkan. Eitt av endamálunum er ikki at miðsavna, men at spjaða ferðavinnuna landafrøðiliga.
Málbólkurin hevur verið bæði núverandi ferðavinnufyritøkur, ið ynskja at brynja seg til komandi ferðavinnuár, og spírar á íverksetaraøkinum, ið ynskja at byrja nýtt ferðavinnuvirksemi.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum legði fyri, segði millum annað, at seinastu sjey vikurnar hava Hugskotið, Visit Tórshavn og Visit Vágar skipað fyri átakinum Nýskapan í ferðavinnuni. Øll sum høvdu eitt ferðavinnuhugskot ella eina ferðavinnufyritøku kundu søkja um at vera við og nýggju verkætlanir hava luttikið.
- Hesar verkætlanirnar hava fingið sjey skræddaraseymaðar vikur við hjálp, vegleiðing og sparring frá mentorum úr vinnulívinum, fremstu serfrøðini innan ferðavinnuna og frá Hugskotinum, Visit Tórshavn og Visit Vágar.
- Takk til tykkum øll, sum hava verið við til at hjálpt hesum íverksetunum og fyritøkunum fram á leið.
Verkætlanirnar, ið hava luttikið í átakinum, hava øll arbeitt hart hesar sjey vikurnar og vit gleða okkum nú at síggja tykkara úrslit, endaði borgarstjórin.
Hann nevndi síðan tey nýggju, sum leggja fram seinnapartin. Hesi eru:
- Heðin Poulsen - Remót Travel
- Jenny á Dalbø Guttesen - Fjósið
- Jake Eisele - Hidden Pass Travel
- Eirikur Jákupsson og Rógvi Helmsdal - Ognartænastan
- Wong Fai Yin - Wong’s Travel
- Marit Johansdóttir Magnussen - Marit
- Johan Hansen - Vitastova
- Katrina í Geil - Katrina í Geil
- Guðrun Poulsen og Martin Jensen - Føroyar.live
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo