Sjálvt við góðum frágreiðingum, tilmælum og ráðgeving um, hvussu partar av brekøkinum kunnu skipast betur, veit politiska skipanin hvørki út ella inn.
Tey, ið kenna kreppurnar inn at kroppinum, eru borgarar, ið bera brek, avvarðandi og starvsfólk á økinum.
Ymisk dømi um kreppur hava seinastu árini aftur og aftur verið lýstar í fjølmiðlunum, og tíverri hevur MEGD eisini annað innlit, ið undirbyggir tað sama.
Hóast tað fleiri ferðir er gjørt vart við hesar ómenniskjasligu trupulleikarnar, verða teir ikki loystir.
Úr rúgvuni kann nevnast:
- manglandi bústaðir til borgarar, ið bera brek
- óvirðiligar umstøður á stovnum
- óstøðug frítíðarskúlatilboð
- starvsfólkatrot
- bíðilistar til barna- og ungdómspsykiatriina og hjá Almannaverkinum
MEGD hevur umframt hetta víst á manglandi tvørgeiraligt samstarv.
Um hesar álvarsomu kreppur ikki skjótari verða tiknar í størri álvara, og ítøkiligt verður farið til verka, kunnu vit í nærmastu framtíð uppliva eina enn størri vælferðarkreppu í Føroyum.
Vit eiga millum annað at byggja skjótari, styrkja viðlíkahald av stovnum, útbúgva fleiri fakfólk innan serøkið, áhaldandi gera trivnaðarkanningar fyri at læra, hví starvsfólk og borgarar ikki trívast, lurta og gera eftir serfrøðini innan sálarliga heilsu, fíggja bíðilistarnar og menna fakliga samstarvið millum ráð, stovnar, kommunur og land.
Langtíðarætlanir eiga at gerast við eini brekpolitiskari virkisætlan saman við borgarum, ið bera brek, soleiðis at vit komandi árini hava betri grundarlag at taka skilagóðar avgerðir, sum tryggja menning. Eins og talsfólk á brekøkinum skal gera kanningar og hava eftirlit við íverksetanini av ST-sáttmálanum.
Vónandi leggur røða løgmans á ólavsøku upp til, at vit sum skjótast fáa brekøkið út úr kreppuni og inn í støðug tilboð og tænastur.
Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo