TSF: Vestmannadagar 2023 eru hesa vikuna, og fyri tíggjundu ferð skipar Vestmanna Kommuna fyri Vestmannadøgum. Nógv tiltøk eru á skránni, millum annað súkkling. Bæði børn og vaksin sluppu at royna seg. Meðan Bubu skipaði barnasúkklingina, so skipaði Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag fyri Brekkusúkkling.
Tað er fyrstu ferð, at Brekkusúkkling verður roynt í Føroyum. Í Bretlandi er hetta eitt sera stórt tiltak. Við øllum brekkunum vit hava í Føroyum, so verður hetta slag av súkkling kanska eisini eins populert sum tað er í Bretlandi. Livst so spyrst.
Leisturin fyri hetta slag av súkklukapping er, at brekkan er brøtt og teinurin stuttur. Teinurin í dag var einans hálvan annan kilometur til longdar, men hóast tað so hingu luttakarar á súkklunum tá teir komu á mál bert fáa minuttir eftir, at teir vóru byrjaðir.
Byrjað varð við Reyða Torgið, og síðan gekk leiðin niðan eftir "Posthúsbrekkuni", eftir Heygøtu, Toftavegi, Garðavegi, og síðan allan vegin niðan Meðalsbrekku, niðan til goymsluna hjá Vestmanna Kommunu.
- Hetta var stutt, men sjálvdan hevur ein súkklukapping følst so hørð, segði ein av royndu súkklarunum, ið luttók í kappingini í dag.
Helgi Winther Olsen er ein av okkara sterkastu súkklarum, og var hann tí favorittur at vinna kappinina. Jú, Helgi vann, men hann fekk harða kapping frá "lærlinginum". Helgi hevur verið, og er, venjari hjá unga Niklas Halgren Niclasen, sum var sera stinnur í hesari serligu kapping.
Niklas hevur ment seg nógv seinastu árini, og frálíka úrslitið í dag sigur okkum, at miðvísa venjingin nú hevur givið úrslit. Bert 9 sekund vóru millum Helga og Niklas.
Hesir vóru í einum flokki fyri seg. Meðan tað var tætt millum nummar eitt og tvey, so var umleið ein minuttur aftur til bronsuvinnaran. Gunnar Dahl-Olsen gjørdist nummar trý.
Gunnar gjørdist nummar trý, men bert eitt sekund skilti triðja og fjórða plássið. Og eins tætt tað var millum 3. og 4. plássið, eins javnt var tað millum Casper Rosen, Flóvin Ejdesgaard og Rógva Róin.
Fleiri av súkklarunum hava røtur í Vestmanna, men ein kapping var millum teir vestmanningar, ið luttóku í hesari hørðu og spennandi kapping. Ein vestmenninguar luttók og gjørdist hann tí "local hero". John Zarchariasen vann hesa kappingina.
Úrslit, Brekkukapping, Vestmanna 2023:
1. Helgi W. Olsen, 4 minuttir 38 sekund
2. Niklas H. Niclasen, 4:47
3. Gunnar Dahl-Olsen, 5:37
4. Bogi Gregersen, 5:38
5. Casper Rosen, 5:43
6. Flovin Ejdesgaard, 5:45
7. Rógvi Róin, 5:52
8. Jón Helgi Lamhauge, 6:22
9. Jens Mortan Rasmussen, 6:23
10. John Zachariasen, 8:49
11. Mikkjal Rosen, 8:50
12. Pauli Steinberg, 9:12
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo