Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-033/2023 frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Dennis Holm, um Funningsfjarðarvegin

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Nær verður farið undir arbeiðið at gera ábøtur á Funningsfjarðarvegin, sum pengar eru játtaðir til í ár?

2. Kann arbeiðið gerast liðugt fyri pengarnar, sum eru játtaðir?

Svar:
Í 2019 byrjaði Landsverk arbeiðið at breiðka vegin frá Millum Fjarða til Funningsfjørð og hildið varð fram við hesum í 2021 og 2022.

Ætlanin er at breiðka umleið 150 metrar av Funningsfjarðarvegnum í ár, og tá er breiðkanin komin til fyrstu húsini í bygdini. Lisitatión av arbeiðinum hevur verið, og roknað verður við, at arbeiðið byrjar í viku 42.

Tá hetta er gjørt, eru umleið 350 metrar eftir til íbindingina til Funningsvegin. Haðani eru 500 metrar gjøgnum bygdina til íbindingina, sum er oman til havnarlagið í Funningsfirði.

Umframt at breiðka hetta strekkið, er eisini neyðugt at gera eina gongubreyt, og at gera ábøtur á brúnna, ið er við omankoyringina til havnarlagið.

Dennis Holm
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo