Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu: Dagarnar 5. - 8. juli verður Høllin á Hálsi karmur um eina venjingarlegu í brasilskum jiu-jitsu. Tá koma umleið 65 fólk úr ymsum londum til Føroya, at luttaka á venjingarlegu hjá Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters.
(https://www.bjjglobetrotters.com/ faroeislandscamp2023)
Hetta er aðru ferð at Brazilian Jiu-Jitsu Globetrotters hava venjingarnarlegu í Føroyum.
Brasilskt Jiu-jitsu er ein lutfallsliga nýggj stríðsítrótt, umleið 100 ár, sum hevur sínar røtur í judo og japanskum Jiu-jitsu.
Tað er ein av teimum skjótast vaksandi ítróttagreinunum, og hevur spjatt seg runt allan heimin, eisini til Føroya.
Í Føroyum eru tvey jiu-jitsu feløg, Bjj Vágar og Tórshavn Brazilian Jiu-Jitsu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo