Brasilska fólki fær tríggjar dagar at syrgja Mario Zagallo, sum andaðist fríggjadagin 92 ára gamal.
Tað sigur forsetin í Brasil, Luiz Inácio Lula da Silva.
Zagallo vann sum spælari HM við Brasil tvær ferðir. Hann vann eisini HM sum venjari eina ferð og eina ferð sum hjálparvenjari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo