Í Brasil verða bygdir nýggir fátækrabýlingar av fólkum sum eru rikin úr húsi og heimi av koronafarsóttini.
NRK hevur vitjað nýggju favelaina Penha Brasil í São Paulo.
– Tá ið tú missir títt arbeiði hevur tú ikki ráð at gjalda húsaleiguna. Tí kom eg higar, og fekk ein lítlan jarðarteig. Nú royni eg at yvirliva sum øll onnur.
Tað sigur Adriana da Silva. Hon er ein av teimum sum stendur fyri teimum um 500 íbúgvunum í Penha Brasil – nýggi býlingurin uttanfyri størsta býin í Brasil, São Paulo. Hon starvaðist í reingerðarfirma, men var uppsøgd undir farsóttini.
Íbúgvarnir í favelaini hava sjálvir bygt síni skirvisligu heim.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo