Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum uppfylging á friðargonguna, sum varð hildin í Tórshavn í síðstu viku 24 juli í sambandi við kríggini í Ukreina og Miðeystri, er bræv í dag sent til aðalskrivararnar í ST og NATO, ávíkavist António Guterres og Jens Stoltenberg. 

Brævið til ST og NATO hevur til endamáls, at kunnað um friðargonguna og endamálið við henni, umframt at halda aftur við vápnadubbingini; og at varpa ljós á týdningin, at nevndu aðalskrivarar kýta seg eftir at fáa frið í lag, bæði í Ukreina og Miðeystri, heldur í dag enn í morgin.

Brævið er sent umvegis landsstýrið v/løgmanni og uttanríkisráðharra og donsku stjórnina v/forsætisráðharra og uttanríkisráðharra, tí Føroyar stýrisskipanarliga eru partur av Kongsríki Danmarkar.

Við vón um, at friðargongan og uppfylgjandi bræv til ST og NATO verður eitt positivt klípi frá fólkinum í Føroyum til at fáa frið í lag landanna millum.

Brævið kann lesast her

Tórshavn, 31. juli 2024
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari av friðargonguni

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo