Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sannlíkt er kenda amerikanska filmstjørnan Brad Pitt umborð á marglætis ferðamannaskipinum The World sum liggur í Runavík.

Brad Pitt eigur íbúð umborð á The World, og tá skipið var í Noregi fyrr í vikuni var hann sambært NRK umborð.

Hann vitjaði ymisk støð í Nordfjord, eftir at The World legði at har hósdagin. Nú er skipið komið til Runavíkar. Um hann veruliga er umborð, ella er farin av áðrenn skipið fór at sigla ímóti Føroyum ber ikki til at fáa uppspurt. Men sæst ein fremmandur maður spáka í Runavík ella har á leiðini, sum líkist Brad Pitt, so er tað sannlíkt hann.

Umborð á The World eru 165 íbúðir sum fólk eiga. Harumframt er golfvøllur, svimjihylur, tennisbani og kasino, umframt mangt annað sum hoyrir til umborð á slíkum skipi.

Umframt Brad Pitt skulu eisini Madonna og Arnold Schwarzenegger eiga íbúðir umborð á The World.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo