Tað finnast nógv kristin menniskju, ið ongan háva gera burtur úr sær sjálvum. Góðslig í hugsan og medferð liva tey sítt stilla lív. Tey vilja øllum væl, og royna at umgangast at gera øðrum ilt í orði ella gerð.
Tey geva frið og vilja frið.
Hesi friðsomu fólkini mega ikki lastast fyri, at vit, ið standa á odda í kirkju og samkomu, søgdu ella gjørdu nakað, ið var betur ósagt og ógjørt. Kenni mong menniskju, ið ynskja, at vit boða náði Guðs í Jesusi Kristi heldur enn afturvendandi at staðfesta føll og mistøk hjá øðrum.
Eingin fer væl av, at annar fer illa. Bíbilski sannleikin veksur ikki í tign ella góðsku av neiligari talu. Jesus verður valla hátt hevjaður millum manna vegna tess, at vit átala myrkrið og tað ónda. Tað sanna góða – náðin og sannleikin – tørvar ikki eina dimmari mótvekt. Tað góða megnar at standa einsamalt uttan dømandi talu ella vánaliga umtalu av øðrum menniskjum.
Hesi stillu menniskjuni ynskja friðin í Jesusi sum veruleika í almenna samskiftinum manna millum. Eisini tað góða smittar ella nørist í samveruni. Tað vinnandi sinnið grundfest í Kristi ber á mál við atliti at boðan og prædiku.
Tað er eitt kynstur at møta menniskjum, har tey eru og taka tey fyri fult. Jesus sá ikki niður á nakað menniskja. Náðin og sannleikin avmynda kærleikan. Einki er sum trúgv, vón og kærleiki. Størstur av teimum er kærleikin.
Vit, ið hava møtt góðsligum trúgvandi menniskjum, vita, at tey bóru ta himmalsku gleðina inn í okkara trupla gerandisdag. Tá ið avbjóðingin var vorðin ov stór. Tá ið vónloysið hertók sál og sinni. Tá ið lívið kendist tungt og miseydnað. So gekk hurðin, og náðin í Jesusi Kristi varð borin á gátt.
Minnist við tøkk menniskju, ið kendu kallið at boða og umboða friðin í Jesusi. Aðalmálið í teirra vitnisburði var at bera orðið um náði Guðs og fyrigeving syndanna. Ikki ein drúgv lýsing av føllum og mistøkum, men ein greið ávísing til betri dagar við gleði og eydnu.
Tað hendi javnan, at vitjandi bóru friðin inn í prestagarðin ella biskupsgarð. Tað er ein heilagur gerningur at bera menniskjum orðið um Guðs náði. Tað er uppgáva alra okkara, ið hava nomið friðin í tílíkari vitjan, at bera náðina víðari til onnur. Náðin veksur í virði, jú meira vit geva øðrum burturav henni.
Stillar løtur rennur mær mangt í huga, har góðska fólksins var eyðsýnd. Ein fjøld av fólki úr øllum kristnum kirkjum og samkomum hevur møtt mær við vinarligum orðum á leiðini. Tað er ein andans kraft at finna í bøn og forbøn. Gleðin birtist av nýggjum, og orkan mennist til verk at inna.
Onkuntíð hava tey rættleitt og vegleitt undir fýra eygum. Tað er bíbilska ávísingin, at vit tala saman sum brøður og systrar í Harranum. Verið hjástødd og berið byrðar hvør hjá øðrum. Leggið ikki stein omaná byrðu. Verið fleiri um at bera tann stóra steinin og lyfta hann av herðum teirra troyttu.
Jú, satt er tað, at onkuntíð var ikki alt lætt og hugaligt. Tey køldu orðini kendust náðileys sum tað kalda stáli. Tey eru køld í tí ytra rúminum og kunnu skapa kulda í hjørtum teirra, ið bera tey fram. Heit hjørtu skapa hita í rúminum. Tað góða sigrar loksins, og tað er kristna uppgáva alra okkara, at vit fyrigeva hvør øðrum.
Fari í stuttum at siga eina vakra søgu frá tíðini sum sóknarprestur á Gjaranesi. Umstøðurnar á garðinum vóru serstakar, og sóknarbørnini vístu presti og familjuni umsorgan. Vit, ið eftir førimuni, høvdu roynt at bera Guðs náði til fólkið, fingu fleirfalt aftur tað, ið givið var.
Í postkassanum tollaksmessudag lá eitt kort frá teimum ungu í Meinigheitshúsinum á Skála. Ein vøkur heilsan og tøkk fyri tænastuna. Umhugsni og nærleiki, kærleiki og bøn um Harrans signing í krevjandi tíðum. At uppliva tílíka umsorgan fløvar tilveruna og skapar hita í hjartanum. Vit bæði konan gloyma ongantíð hetta jólakortið.
Tað er náðina í Jesusi Kristi, ið eg eri kallaður at bera landsmonnum (m/k) mínum. Tíverri fløktist mangt annað inn í henda boðskapin, bæði vegna mítt tvørliga hold og av givnum umstøðum.
Uttan at vera vitborin ella fávitskutur verður staðfest, at framtíðin er bjørt, um Jesus fær innivist í hjørtum várum. Náðin og sannleikin gera allar lutir nýggjar.
Vit kunnu fýlast á og ilskast inn á mangt og hvat. Vit kunnu døma, fordøma og mála alla ólukku á veggin. Úrslitið er, at myrkrið og tómleikin taka til í styrki innan í okkum sjálvum.
Náðin í Jesusi skapar trúgv, vón og kærleika. Hurðin út til lívið og inn í friðin verður latin upp. Í durunum stendur Jesus, og hann ynskir sæti í hjartanum. Amen.
Orðið: “Sæl eru tey friðsomu, tí at tey skulu verða kallað Guðs børn.” (Matteus 5,9).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo