Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlin við Løgmannabreyt er farin undir eina nýggja verkætlan sum snýr seg um at gera skúlan um til eitt mini-samfelag við pengum, handlum, arbeiðsplássum og enntá ALS.

Endamálið er at næmingarnir skulu læra at vera vaksin og tjena og brúka sínar egnu pengar í SvL samfelagnum, sum tey hava kallað verkætlanina.

Á heimasíðuni greiðir skúlin soleiðis frá:

- Í síðstu viku søktu næmingarnir um starv. Lærararnir høvdu gjørt lýsingar til ymisku arbeiðsplássini. Næmingarnir skuldu í umsóknini greiða frá, hví júst teir vóru rættu persónarnir at starvast í eitt nú bankanum, og hvørjar sterkar síður teir høvdu. Lærararnir skuldu síðani velja út, hvørjir næmingar sluppu at starvast hjá teimum, og fríggjadagin fingu næmingarnir at vita, hvar teir fingu starv. Og júst sum í veruliga samfelagnum, kemur tað fyri, at næmingar ikki trívast og tí siga upp. Og tá fer mann sjálvandi í ALS, sum hjálpir næminginum í nýtt starv.

VP frættir frá fleiri foreldrum, sum siga at børnini hava stórtrivist hesar dagarnar, og halda skúlan vera heilt óvanliga spennandi beint nú.

Les meira um verkætlanina og síggj fleiri myndir á heimasíðuni hjá skúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo