Allan apríl mánaða eru tað málningar hjá børnum úr Sørvági, Miðvági og Sandavági, sum prýða veggirnar í Betri Banka í Miðvági.
Tey hava gingið á kvøldskúla í Listastovuni í Miðvági í vetur og ganga annars í 5. - 8. flokki. Tvey vanta á myndini.
Evnaríku og dugnaligu børnini hava fingið nógv burturúr.
Tað sæst á litføgru málningunum, sum spenna víða; alt frá landskapi og djórum til abstrakt.
Undirvísari er Jóna Birgit Nattestad. Hetta er fimta árið hon hevur havt kvøldskúla í list fyri børn.
Framsýningin er avgjørt eina vitjan verd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo