Reyði Krossur Føroya: Hungursneyð er í Eystur Afrika orsakað av skerpingi og milliónir av børnum og vaksnum eru í vanda. Sambært ST kann støðan gerast ein av teimum størstu kreppunum síðan 2. heimsbardaga.
Eisini hevur kríggj ført við sær, at fólk í Suður-Sudan hava mist sítt lívsgrundarlag sum jørð og húsdjór. Uml. 1 mió. eru rakt av hungursvanlukku og er tað serstakliga børnini, ið verða hart rakt.
Reyði Krossur heitir á fólk, um at hjálpa til við at savna pening inn til hesar familjur, so vit saman kunnu senda eina størri upphædd.
Peningurin fer til matpakkar, ið verða býttir út til barnafamiljur og Reyði Krossur flýgur beinleiðis við mati til tey fjarskotnu økini.
Brúk er sostatt fyri bráðfeingis hjálp!
Fyri 210,- kr. kanst tú metta eina familju í ein mánaða.
Tær 315.000 krónurnar, ið Reyði Krossur fer at senda 1. juli, røkka til 1500 familjur í ein mánaða.
Vilt tú vera við at hjálpa fleiri barnafamiljum í Suður-Sudan, kanst tú flyta pening inn á konto:
Betri Banki 9181-495.001.3
BankNordik 6460-494.695.4
Norðoyar Sparikassi 9865-100.377.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-405.138.7
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo