Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, var bert ein seym frá at vinna tann stóra vinningin í Gekkinum hjá KvF í kvøld.
Hann endaði við at vinna 12.500 krónur í staðin fyri tær 350.000 sum høvuðsvinningurin var, eftir at Heðin Mortensen, sum spældi fyri konuna, Hjørdis, hevði býtt høvuðsvinningin sundur í trý.
Heðin Mortensen hevur áður verið ígjøgnum og er sloppin at snara gekkahjólinum. Eisini tað ferðina var tað sum telegrafistur fyri konuna, sum hevði vunnið, fortaldi borgarstjórin fyri vertinum og hyggjarunum í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo