Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Líka síðan hann fyri nøkrum mánaðum síðan fyri fyrstu ferð kom upp í politikk, hevur okkara nýggi borgarstjóri brúkt alla sína orku upp á at tosa um oyðsl og óskil hjá undirritaða og mínum felagum í fyrrverandi býráðsamgongum hesi seinastu átta árini.

Tað verður sagt, at ónøgd ella stikni við ein felags mótstøðupersón er ein tann ringasti felagsnevnarin eitt samstarv (t.d. ein samgonga) kann hava, tí tá samstarvið hevur fingið lívið av sínum felags fígginda, so taka tey samstundis lívið av sær sjálvum, tí tá er tað burtur, sum savnaði samgonguna.

Nakað soleiðis fyrikemur hendan nýggja samgongan í býráðnum mær. Hon er sett saman av einum stórum flokki, sum sjálvur er so spjaddur av innanhýsis kapping, at tey ikki eingong megnaður at semjast um ein borgarstjóra sínamillum, men máttu fara til ein tann minsta flokkin fyri at finna ein, sum tey kundu semjast um til borgarstjóra.

Tað er heilt týðiligt, at hendan nýggja samgongan ikki byggir á egnar visjónir um menning av Klaksvík til ein nútímans bý, so sum vit miðvíst hava gjørt hesi seinastu átta árini. Manglandi visjónirnar verða eisini avdúkaðar hvørjaferð okkara nýggi borgarstjóri kemur til orðanna í miðlunum, tí hann tosar stórt sæð ikki um annað enn, at hann fær einki gjørt, tí fyrrverandi býráðssamgongan hevur spilt alt spælið.

Niðurlagið líkist merkiliga nógv sanginum: ”Góða mamma, tað var ikki eg, dreingirnir teir fýrdu meg …”. Einki um egnar visjónir, einki um ætlanir at menna Klaksvík víðari til tann spennandi bý, sum vit sanniliga hava byrjað uppá hesi seinaastu árini. Nei, her er bara svart omaná svart, og tí er tað so synd í mær!

Góði Karl. Tú hevur bjóðað teg fram at stýra næst størstu kommununi í landinum, sum er í eini rúkandi menning, og sjálvandi er nógv ferð á í eini kommunu í menning. Tað er júst uppgávan hjá einum borgarstjóra at taka við ábyrgd á brúnni og stýra skútuni, heldur enn at stilla seg við landgongina at grenja og spilla tann fyrrverandi skiparan út.

Nú er at bretta upp um armar og taka ábyrgd við sjálvur at taka um róðrið og seta kós fram á leið fyri Klaksvíkar kommunu. Fortel heldur fólkinum, hvat tú sjálvur ætlar, hvussu tit ætla at menna býin og kommununa víðari, tí heldur tú fram at mála svart og skylda uppá onnur fyri eitt nú at skaða mítt umdømi, so fert tú samstundis at skaða tað kommununa og tann býin, sum tú ert settur at byggja og verja.

Jógvan Skorheim
Býráðslimur
Klaksvíkar kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo