- Nú veit eg ikki, um eg traðki á tærnar á onkrum. Men Barnaheimið er mær vitandi ikki so nógv brúkt, sum tað kundi verið. Har eru bæði kømur, køkur, brúsur og alt sum hoyrir til. Hetta hevði verið ein loysn, sum kundi verið klár eftir 4-5 døgum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í tíðindunum hjá KvF í kvøld.
Heðin Mortensen segði, at kommunan fer ikki at góðtaka, at fólk liggja úti um næturnar í Havn. Og hann nevndi eisini, at allar kommunur áttu at verið við til at loyst trupulleikan, tí nógv fólk sum eru heimleys koma úr bygdunum til Havnar. Borgarstjórin nevndi, at hann hevði havt samskifti við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um málið.
Tað er frihedsbrevet.fo sum hevur tosað við fleiri heimleis, og tað hevur verið frammi, at eini 20 fólk liggja úti á berajólum í Havn tá ringast stendur til.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo