Hóast listin hjá Janusi Thomsen valkvøldið gjørdist tann minni listin, endaði tað í gjárkvøldið kortini við, at sitandi borgarstjóri heldur fram í sessinum, skrivar KVF.
- Tá borgarstjórin var valdur skuldi varaborgarstjóri veljast og eisini har vóru tvey uppskot. Ronni Hammer, sum er varaborgarstjóri, og Poul Laust Christiansen. Tað valið vann Poul Laust Christiansen við somu atkvøðum, sum tryggjaðu Janusi Thomsen borgarstjórasessin, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo